Qujaukitsoq misskiltur

Tað fær ongar avleiðingar fyri grønlendska landsstýrismannin, Vittus Qujaukitsoq, at hann hótti við at melda Danmark úr ríkisfelagsskapinum

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, stuðlar framvegis landsstýrismanni sínum, Vittus Qujaukitsoq, eftir at hesin hevur funnist hvassaliga at donsku handfaringini av málum, ið viðvíkja Grønlandi.

Vittus Qujaukitsoq, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum, hótti herfyri í samrøðu við Politiken millum annað við, at Grønland fór at melda seg út úr ríkisfelagsskapinum, men hetta fær nú ongar avleiðingar fyri hann ella landsstýrissess hansara.

Á tíðindafundi í gjár staðfesti Kim Kielsen, at hann skilti væl, at Qujaukitsoq hevði kent seg ørkymlaðan av samstarvinum við Grønland, tí tað ikki heldur í longdini, tá upplýsingar úr Danmark enda í miðlunum, áðrenn grønlendsku myndugleikarnir hava sæð tær.

Tí helt landsstýrisformaðurin eisini, at samskifti millum Grønland og Danmark má verða betri, enn tað er, og Kim Kielsen skal í januar á fund við danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har hann fer at taka hetta málið upp.

Eisini uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin hjá grønlendska landstinginum hevur tikið tað til eftirtektar, sum Vittus Qujaukitsoq sjálvur hevur sagt eftirfylgjandi, at hann í blaðsamrøðuni við Politiken er misskiltur.