QR-kotan - nýggi samskiftispallurin

Hon sæst allastaðni. Summi hava varnast hana og nýta hana javnan. Onnur hava aldri givið sær far um hana. Men hon vinnur alsamt inn á fleiri øki í samfelagnum og er vorðin ein av skjótastu og snildastu háttunum at fáa ein boðskap út.

Um tú hevur havt eyguni eitt sindur við tær seinasta árið ella tvey, hevur tú heilt víst varnast, at smáir svart-hvítir fýrakantar eru alsamt meiri at síggja. Bæði í lýsingum, í bløðum, á keyp/sølu-síðum og aðrastaðni við.


Ókeypis

QR er ein stytting av enska heitinum »Quick Response«. Kotan, sum sær út sum ein terningur av onkrum slagi, er í grundini eitt slag av strikukotu, sum tó er tvey dimensionell. Í staðin fyri at vísa ein prís á eini vøru, sum vanligu strikukoturnar í handlunum gera, kunnu QR-koturnar vísa alt frá teldupost adressum og telefonnumrum til heimasíður og lýsingar á netinum.

Tað heilt snilda er, at tær tørvar einki serligt skanningartól. Tú kanst nevniliga nýta fartelefonina at skanna QR-koturnar við, um tú hevur eina smartphone, og um tú hevur tikið app'ið niður av netinum. App'ið, sum gevur tær QR-avlesaran inn á fartelefonina, er ókeypis, og tað er tað eisini at nýta koturnar. Patentið er nevniliga frítt, so øll ókeypis kunnu gera sær sína egnu QR-kotu við sínum boðskapi.


Marknaðarføring

QR-koturnar verða í alsamt størri mun nýttar sum ein týðandi liður í marknaðarføring og upplýsing. Ikki bert av teimum fínu lýsingar- og samskiftisstovunum, men eisini av vanligum fólkum. Tað er nevniliga sera lætt at gera sær sína egnu QR-kotu.

Ætlar tú at selja okkurt: hundahvølpar, eina teldu ella vetrardekk, ber til at gera eina QR-kotu til høvið. Hon verður sett á lýsingina og til dømis prentað í eini avís, og tá fólk skanna kotuna við fartelefonini, verða tey leidd beint inn á eina heimasíðu, har tú neyvt kanst lýsa tað, tú ynskir at selja.


Fjaldur, almennur boðskapur

Tað er dýrt at lýsa, og ofta kundu helst bæði lýsari og lesari hugsað sær, at fleiri upplýsingar vóru í lýsingatilfarinum. Men við at gera ein lítlan tekst, til dømis »Bilur bíliga til sølu«, og síðani seta eina QR-kotu við síðuna av, kunnu øll, sum eru áhugað í at frætta meiri um bíliga bilin, skanna kotuna inn og koma beint inn á eina síðu, har bæði lýsari og lesari kunnu hava ein breiðari pall at samskifta á, uttan nakran kostnað.

Í kotuni er nevniliga ein leinkja fjald. Hendan leinkjan leiðir teg beinleiðis inn á eina heimasíðu, eitt videobrot, eitt telefonummar ella annað á netinum. Men tú fært boðskapin beinleiðis inn á tína fartelefon, uttan nakað annað stríð enn at halda telefonini út fyri QR-kotuna og lata hana gera arbeiðið.

Tá tú hevur tikið QR-lesaran niður av netinum, nýtir hann myndatólið í tíni fartelefon til at lesa kotuna við. Tú heldur bara myndatólið upp móti kotuni, og app'ið lesur kotuna, tendrar ein browsara til netið og leiðir teg beint inn á adressuna, sum er fjald í terninginum. Á henda hátt er bæði skjótt og lætt at gera av, um bíligi bilurin veruliga er nakað fyri teg.


Á gravsteinum

Tað nýggjasta er, at QR-kotur verða høgdar ella slípaðar inn í gravsteinar. Alsamt fleiri avvarandi vilja varðveita minnið um tann farna, og við eini QR-kotu á gravsteininum kunnu fólk, sum koma á grøvina ella fram við grøvini, síggja meiri enn bert navnið og føði- og deyðsdato. Við at taka telefonina upp úr lummanum og skanna QR-kotuna á gravsteininum, kunnu tey til dømis koma inn á eina heimasíðu um tann jarðaða. Har kunnu tey avvarandi lýsa tann deyða, leggja myndir ella videobrot inn og geva fólki eina fatan av, hvør og hvussu tann jarðaði var. Á henda hátt kunnu tey lata minnið um tann deyða liva víðari.


Lætt at fáast við

QR-koturnar eru lættar at fáast við, og alt tær nýtist, bæði til at gera koturnar og til at avlesa tær, finst á netinum.

Tað eru fleiri skipanir, sum hjálpa tær at gera ynsktu koturnar – tær kunnu vera alt frá sera flottum skipanum, sum fáa allar smálutir við, til meiri einfaldar skipanir, sum geva tær møguleika at koma við grundleggjandi upplýsingum.

Leitar tú á netinum finnur tú hópatals síður, sum hjálpa tær á veg og greiða tær frá, hvat tú skalt geva tær far um, tá tú fert undir at gera nýggjar QR-kotur.



Danir eru púra vekk

Í Fjareystri eru QR-koturnar at síggja allastaðni. Her í Evropa eru tær nú um at vinna sær sæti, og í Danmark munnu tað til dømis vera fá lýsingabløð, sum ikki hava eina QR-kotu við leinkju til heimasíðuna hjá handlinum.

Kanningar vísa, at danir nýta koturnar nógv. Serliga eru tað ungir menn, sum eru áhugaðir, men ungu kvinnurnar liggja ikki langt aftan fyri í nýtsluni. Flestu hava roynt at skanna kotur, sum hava verið prentaðar í lýsingabløðum, avísum ella bløðum, og 65% av teimum, sum hava nýtt QR-kotur, halda, at tað gav eina góða og positiva uppliving.

Enn eru ikki nógvar QR-kotur at síggja í almenna rúminum her í Føroyum. Onkrar stórar fyritøkur hava gagnnýtt skipaninia, men tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn QR-kotur verða at síggja allastaðni.

Uttanlands hevur hetta serliga og tøknliga slagið av upplýsingarhátti vunnið seg inn sum ein týðandi partur av samskiftinum millum menniskju, og vit fara heilt víst eisini at síggja meiri til tær her heima. Tað er bæði lætt, ómaksleys og - ikki minst - ókeypis.


Fakta:


* QR-kotan varð ment av eini fyritøku í Japan í 1994 og er ein tvey dimensionell matriks-kota

* Upprunaliga var hon nýtt á eini bilverksmiðju

* Hóast uppfinnarin hevur tikið patent uppá QR-kotuna, hevur hann sent hana út á netið til ókeypis nýtslu.

* Ein vanlig strikukota kann goyma 20 tøl. Ein QR-kota kann goyma upp til 7.089 tøl.

* Fyri at lesa eina strikukotu skalt tú hava ein serligan skannara. Fyri at lesa eina QR-kotu er nóg mikið við eini nýggjari fartelefon.

* QR-kotan ger tað lættari hjá viðskiftafólki at keypa, tí tey fáa eina leinkju inn á telefonina, sum leiðir tey beinleiðis inn á ta síðuna, tú ynskir, at tey skulu fara inn á.

* QR-kotan ger tað lættari at geva viðskiftafólki góð ráð ella kunning um ávísar vørur ella handlar, tí tey fáa eina beinleiðis leinkju til heimasíðuna.

* Tú kanst alt fyri alt mála virðið av QR-kotuni, tí tú kanst síggja, hvussu nógv fólk koma inn á heimasíðuna umvegis QR-kotuna.


***


Trý góða ráð

* Gev brúkaranum eina góða orsøk til at skanna. Tað skal vera forvitnisligt sett upp, og hann skal ikki kenna seg snýttan, tá hann kemur inn á síðuna.

* Gev brúkaranum eina vegleiðing um, hvussu hann skannar QR-kotuna.

* Minst til bert at seta leinkjur í QR-kotuna, sum rigga á fartelefon.