Pynta teg, tá tú fert til handils!

Ein nýggj, bretsk kanning vísir nevniliga, at flestu menn millum 18 og 50 ár nýta tíðina í supermarknaðinum til at hyggja at damum. Tað skrivar bretska blaðið Food Culture. Kanningin varð gjørd millum 3000 bretar, og hon vísir eisini, at myndug mannfólk nýta í miðal 43 minuttir um dagin til at hyggja at konufólki. Og sjálvtøkuhandlar eru yndisstaðið.

 

Á einum øðrum plássi koma barrir og náttklubbar.

 

Kanningin vísir eisini, at konufólk bara nýta helvtina av tíðini at tjekka mannfólk út, og at teimum dáma best at hyggja at mannfólki í barrum. Á fjórða plássinum hjá konufólkunum koma sjálvtøkuhandlarnir.

 

Men kanska skal man leggja seg efir at lúra í loyndum, tí bert 9 % av konufólkunum og 19 % av mannfólkunum dáma, at onkur hyggur at teimum, meðan tey eru til handils.