Russiski forsetin, Vladimir Putin, ynskir nú Joe Biden tillukku við sigrinum á amerikanska forsetavalinum í november.
Putin sigur seg hava vón um, at »lond okkara fara at leggja ósemjur til viks og saman fremja alheims trygdina«.
Russiski leiðarin ynskir komandi forestanum »alla møguliga eydnu«.
– Fyri mín part eri eg klárur at samstarva og til samband við teg, stendur í boðunum frá Kreml.
Í telegrammi frá Putin til Biden verður sagt víðari, at »russiskt-amerikanskt samstarv grundað á prinsipp um javnað og sínamillum virðing fer at gagna báðum londum – og øllum heiminum«.
Lukkuynskið úr Moskva kemur, eftir at valmenninir í USA hava staðfest, at Biden hevur vunnið valið. Yvir 270 av teimum neyðugu valmonnunum peikaðu seint í gjár okkara tíð á demokratin sum vinnara á valinum.
Harvið leið Donald Trump forseti enn ein ósigur, eftir at hann í longrið tíð hevur hildið uppá, at fuskað varð við valúrslitinum, men uttan at tað hevur broytt valúrslitið.
Putin er ein av seinastu stórveldaleiðarunum, sum ynskir Biden tillukku við valsigrinum. Russiskir embætismenn og leiðarin í russisku valnevndini eins og landsins uttanríkisráðharri hava áður funnist at amerikonsku valskipanini og sagt hana vera »gamalsliga« og ikki umboðandi vilja veljaranna.
Roknað verður við fer at leggja eina harðari linju mótvegis Russlandi enn Trump gjørdi, sum sambært Biden »fevndi fleiri av heimsins einaræðisharrum – fyrst og fremst Putin«.
Putin varð skuldsettur fyri at blanda seg í amerikanska valstríðið í 2016, tá hann skuldi havt hjálpt Trump at vinna sigur í vón um at tryggja eina mildari amerikanska kós mótvegis Russlandi.
/ritzau/AFP












