Tíðindastovan Reuters veit í dag at siga, at russiski forsetin í dag hevur tosað við turkiska forsetan í telefon.
Sagt verður, at samrøðan millum Vladimir Putin og Recep Tayyip Erdogan serliga snúði seg um at lata særdar krígsfangar hjá stríðandi pørtunum í Ukraina leysar.
Forsetarnir tosaðu um samstarv um gassveitingar og tað, at vesturheimurin, sum stuðlar Ukraina, sambært russiska forsetanum avvísti vápnahvíld í Ukraina um jólini.
Reuters veit eisini at siga, at Recep Tayyip Erdogan fleiri ferðir hevur heitt á russiska forsetan um at gera avtalu við Ukraina um vápnahvíld.











