- Vladimir Putin gevst bara við krígnum og sínum imperialistisku dreymum, tá hann sær, at hann ikki kann vinna, segði týski kanslarin, Olaf Scholz, á ST-aðalfundi í nátt.

Putin hóttir bæði Ukraina og sítt egna land

- Russiski forsetin oyðileggur ikki bara Ukraina, men hann oyðileggur eisini sítt egna land, heldur týski kanslarin, Olaf Scholz.

- Vladimir Putin gevst bara við krígnum og sínum imperialistisku dreymum, tá hann sær, at hann ikki kann vinna, segði týski kanslarin, Olaf Scholz, á ST-aðalfundi í nátt.

- Vladimir Putin gevst bara við krígnum og sínum imperialistisku dreymum, tá hann sær, at hann ikki kann vinna.

 

Tað segði týski kanslarin, Olaf Scholz, á ST-aðalfundi í nátt.

 

Hann vísti á, at russiski forsetin oyðileggur ikki bara Ukraina, men hann oyðileggur eisini sítt egna land.

 

Olaf Scholz segði eisini, at neyðugt er at lata Ukraina enn fleiri vápn fyri at berja niður russiska hersetingarvaldið.

 

Týski kanslarin lovaði eisini í røðu síni Ukraina framhaldandi hernaðarstuðul.

 

Olaf Scholz segði, at atgerðirnar hjá Russlandi í Ukraina ikki bara eru ein katastrofa fyri Evropa, men tær hótta eisini heimsfriðin.

 

- Tí er tað eisini so týdningarmikið, at 141 lond eru samd um at fordøma russisku innrásina í Ukraina.

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, segði, at ein virðiligur endi má fáast á krígnum, og hann legði aftrat, at Russland skal takast seg aftur úr hersettu økjunum.

 

Tað eru tíðindastovurnar, NTB og DPA, sum bera hesi tíðindi í morgun.

 

 

 

- Vladimir Putin gevst bara við krígnum og sínum imperialistisku dreymum, tá hann sær, at hann ikki kann vinna, segði týski kanslarin, Olaf Scholz, á ST-aðalfundi í nátt.