Putin heitir á sivilfólk í Kherson um at rýma

Nú er ætlanin at flyta sivilfólk burtur úr Kherson, báðu megin Dnipro-ánna, sum gongur gjøgnum økið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sambært statsriknu russisku tíðindastovuni, RIA, heitt á sivilfólk í Kherson um at rýma úr býnum.

 

Hetta skal forsetin sambært tíðindamiðlinum hava sagt á einum fundi við Kreml-viðhaldsfólkum.

 

- Sivilfólk skulu ikki líða undir skjóting, álopum, mótálopum ella av øðrum orsøkum við tilknýti til hernaðarlig átøk, skal Putin-forseti hava sagt.

 

Hetta er eisini ein áheitan, ið myndugleikarnir, sum Russland hevur sett í Kherson, hava endurtikið fleiri ferðir.

 

Áður eru sivilfólk flutt burtur úr tí partinum av Kherson, sum liggur vestaru megin Dnipro-ánna, sum gongur gjøgnum økið.

 

Fyrr í hesu vikuni segði Kirill Stremousov, at burturflytingin av sivilum eisini skal fevna um fólk, sum búgva við eystursíðuna av Dnipro-ánni.

 

Kirill Stremousov er varaguvernørur í Kherson-regiónini, sum russisku myndugleikarnir hava sett, eftir at teir tóku býin tíðliga í krígnum.

 

Leingi hevur verið væntað, at ukrainski herurin fór at gera stórálop á Kherson, og um hesar leiðir hevur Ukraina tikið fleiri bygdir og býir aftur frá russum.