Punktum sett í samgonguskjalið í Tórshavnar kommunu

Samstarvsavtala komandi 4 árini í Tórshavnar kommunu

Í dag kl. 16:00 varð endaligt punktum sett í samgonguskjalið hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum er millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

– Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit. Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gangs fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum, sigur samgongan. 

Fyrst í komandi ári koma vit at greiða nærri frá innihaldinum í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, skrivar meirilutin, sum er Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam, í tíðindaskrivi.