Um tveytíðina í dag kom fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, til Føroya. Ørindini eru at vitja eina ráðstevnu hjá Tjóðveldi.
Tað er Magni Arge, fólkatingsmaður, sum hevur boðið Puigdemont til Føroya. Teir hittust, tá Puigdemont vitjaði í Danmark í januarmánaði í ár.
Komin til Havnar vitjaði Puigdemont fyrst løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu í Løgtinginum og síðani Anniku Olsen, borgarstjóra, í ráðhúsinum á Vaglinum.
Ráðstevnan hjá Tjóðveldi er um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld og verður í Norðurlandahúsinum seinnapartin í morgin.