Kendi amerikanski retrobilurin Chrysler PT Cruiser, sum hevur verið gjørdur síðan 2000, fer nú eftir øllum at døma í søguna. Tá Chrysler komu á marknaðin við retrobilinum PT Cruiser fyri 10 árum síðan, var bilurin ein sonn sensatión. Designið var teknað við bilum frá 50-unum sum fyrimynd. Bilurin varð sera væl móttikin og hevur verið at fingið í nógvum ymiskum útgávum.
Í sambandi við at Fiat-konsernin hevur keypt seg inn í Chrysler í USA, er avgerð tikin um at Chrysler verksmiðjan í Toluca í Mexico nú gevst við framleiðsluni av PT Cruiser. Í staðin skal ein annar retrobilur, nevniliga Fiat 500, framleiðast á verksmiðjuni í Mexico til amerikanska marknaðin.