PSYKOPAT

Hann vísir seg allastaðni við jøvnum millumbilum. Við hús, á arbeiðsplássum, í samkomum, í skúlum og alla aðrastaðni, har fólk koma saman.
Psykopaturin, sum við sínum sjúka atburði kann dríva sjálvt tann sterkasta heilt út á eggina – og eisini útav, um so skal verða.

"Hann er fanin gali psykopat!”

Ja, vit kenna øll hesa niðurstøðuna, ið ofta verður knýtt at einum persóni, sum er so langt úti, at vit hava ikki orð fyri tí.

Myndaliga kunnu vit siga, at hann, við longum, svørtum eiturtøkutonnum og spískum klóm, krøkir seg náðileyst í krovið á offrinum. Og hann sleppur ikki, fyrr enn tað er sundurskrætt – bæði innan og uttan.

Við lygnum og sjarmu manipulerar hann fólk rundan um seg. Ofta frá stjórasessinum, terapi- ella prædikustólinum.


Roknað verður við, at eini tvey til fýra prosent av øllum monnum og eitt prosent av kvinnunum eru psykopatar. Sostatt eru umleið tvey prosent av fólkinum psykopatar, ella tað, sum á fínari læknamálið verður rópt Antisocial personality disorder (ASPD or APD).

Serfrøðin er samd um, at psykopati er ikki ein sjúka sum so. Tað er heldur eitt frávik í persónligheitini, sum bert fær ment seg undir ávísum umstøðum í einum samspæli millum íbornar eginleikar og umhvørvið.

Sostatt er sannlíkt, at annað ella bæði foreldrini eru psykopatar, og hava givið barninum ein kensluliga avstumpaðan uppvøkstur. At psykopaturin longu steðgaði kensluliga upp sum pinkubarn hevur við sær, at hann megnar ikki at elska onnur sum vaksin. Kortini fær hann ment seg sosialt og intellektuelt.

Hetta ger eisini, at tað er nærum ógjørligt at gjøgnumskoða psykopatin ella at geva honum eina diagnosu, og at tað er púra ógjørligt at grøða ella viðgera hann.

Sanne Udsen sigur í bókini ”Psykopater i jakkesæt”, sum snýr seg um psykopatiskar leiðarar, at hetta er einasta sálarsjúkan, har tað ikki er sjúklingurin, men tey í nærumhvørvinum, sum líða.

Psykopaturin leitar sær bara hjálp, um ”sjúkan” verður ein trupulleiki fyri hann sjálvan.


Ísakaldir lygnarar

Júst vantandi samvitska og empati eru sereyðkenni við psykopatinum. Natúrligu forðingarnar, sum onnur kenna á sær, tá tey fara út um mark, eru ikki at finna hjá psykopatinum. Tí kann hann finna upp á at lúgva um slíkt, sum onnur ikki kundu fingið seg at logið um. Til dømis, at ein avtala má broytast, tí mamman doyði í nátt – hóast mamman er bæði frísk og livandi!

Sum heild verður hann drigin at avbjóðingum, sum geva vald, pengar, virðing og møguleikar fyri sjálvstøðugum avgerðum.

Eitt nú innan politikk, løgfrøði, løgreglu, trúðarlív, miðlar og terapi.

Nógvir av eginleikum hjá psykopatinum eru nógv eftirspurdir: tað at vera avgjørdur, hava sjálvsálit, at duga at seta sítt ígjøgnum og gera hugskot til veruleika. Alt eginleikar, sum eru positivir, um viðkomandi eisini hevur empati, samvitsku, ábyrgdarkenslu og evni at lurta – men tað hevur psykopaturin als ikki!


Psykopatiski stjórin

Serliga kenna vit psykopatin frá arbeiðsmarknaðinum, har vit javnan hoyra um fólk, sum verða stýrd og niðurkoyrd av einum psykopatiskum leiðara.

Sum oftast velur hann sær tey ídnastu, mest loyalu og idealistisku starvsfólkini, sum sostatt er ein serligur vandabólkur:

Ein dag fært tú boð um at gera uppgávurnar á ein ávísan hátt - dagin eftir fært tú boð um tað mótsetta.

Ein dag eru tit bestu vinir – dagin eftir ert tú ber luft.

Ein dag skulu reglurnar haldast – dagin eftir kunnu tær bendast.


Trívist í kaos

Sálarfrøðingurin Paul Babiak greiðir frá, at summi arbeiðsumhvørvi eru perfekt hjá psykopatinum at spjaða sítt eitur í.

Samvitskuleysu superegoistarnir stórtrívast til dømis í modernaðum, fleksiblum organisatiónum. Eisini á arbeiðsplássum, har alt er eitt sindur kaotiskt frammanundan. Til dømis har stórar broytingar verða framdar, eitt nú í sambandi við umleggingar, samanleggingar, uppkeyp og aðrar stórar broytingar.

Harafturímóti gongur psykopaturin uttan um gamlar, bureaukratiskar skipanir, har reglur og mannagongdir eru fastlagdar, og vandin fyri at verða avdúkaður er stórur.

Í summum førum líkist psykopaturin tí egoistiska narcissistinum. Báðir hava ómetaliga stórt sjálvsvirði, lítlan kensluligan intelligens og halda seg kunna liva omanfyri reglurnar, sum galda fyri onnur.

Men munurin millum teir báðar er, at narcissiturin hevur samvitsku, kann vera í iva og angra illgerðir sínar. Tað kann psykopaturin ikki.

Í summum førum kann vera ein fyrimunur at hava ein narcissistiskan topleiðara. Hetta kann vera í sambandi við stór sparitiltøk, ella tá nógv fólk skulu sigast úr starvi.

Men tað er ongantíð ein fyrimunur at hava ein psykopat í starvi. Hann er óútrokniligur og tænir bara einum harra: sær sjálvum og sínum egnu áhugamálum. Og hann himprast ikki fyri at at brúka øll hugsandi og óhugsandi vápn fyri at røkka málinum, sum hann hevur sett sær.

Av tí at psykopaturin hevur so stórt sjálvsálit, dugir at taka skjótar avgerðir, eisini tá ið tær fáa svárar avleiðingar fyri starvsfelagarnar, fær hann ofta gott fótafesti í karrieruni. Tí nær hann ofta at krúpa eitt gott petti upp eftir karrierustiganum – men bara til eitt vist.

Hevur psykopaturin smikrað og manipulerað seg til ein høgan sess í fyritøkuni ella felagnum, kann tað fáa fatalar avleiðingar fyri eitt nú fíggjarstøðuna. Tí er psykopaturin ofta ódrúgvur í starvinum.

- Teir verða avdúkaðir av sínum risastóra ego. Sum oftast eydnast tað teimum at snúgva seg burtur úr truplum støðum, men brádliga verða teir avdúkaðir, sigur Sanne Udsen. Og hon staðfestir, at hetta eisini er orsøkin til, at psykopatarnir sjáldan eru umboðaðir í topleiðslum. Snøgt sagt, tí teir halda ikki so leingi og megna heldur ikki at gera arbeiðið til lítar.


Renn avstað!

Men hvussu skulu vit gera, um vit hava illgruna um, at ein psykopatur ger um seg í nærumhvørvinum?

Um tú ikki hevur eina óvanliga sterka psyku og serligt innlit í psykopatar, umframt eitt krútsterkt bakland, er serfrøðin púra samd og avgjørd: flýggja!

Eisini mælir serfrøðin til, at tú lærir teg at finna og eyðmerkja psykopatar í umhvørvinum í góðari tíð. Bert soleiðis ber til at verja seg fyri teimum.

Og minst til: tú kanst ikki gera ein psykopat til eitt betri menniskja.

Hann er ólekiligur.

Hvørki heilivágur ella terapi rínur við, og tú hevur ongan kjans at vinna á honum í einum maktkampi.

Tú verður altíð veikari parturin, tí tú hevur bæði samvitsku og skuldarkenslur at dragast við. Kenslur, sum psykopaturin ikki hevur. Hann eirir ongum og gevst ikki, fyrr enn hann hevur vunnið – og vápnini eru markleys, líka frá útspilling til harðskap, forfylging og álvarslig lógarbrot.

Tí er bara ein leið, nevniliga tann sama, sum veiðumaðurin gav Snjóhvítu: Renn avstað - flýggja langt, langt burtur, og kom ongantíð aftur!


--


Fakta

Læknafrøðin góðtekur ikki heitið psykopatur. Nýggja, politiskt korrekta heitið er dys- ella antisosial persónligheit (Antisocial personality disorder (ASPD or APD). Men talan er framvegis um góðar gamaldags psykopatar.

Psykopatar hava hvørki samvitsku ella skuldarkenslu. Teir duga illa at liva upp til sosialar normar og skyldur, og uppføra seg sum heild avstumpað móti øðrum. Tí hevur hann eisini ilt við at knýta seg kensluliga til onnur menniskju. Hann hevur ofta tunglyndi og er ofta misnýtari av rúsdrekka ella rúsevnum.

Psykopaturin verður lætt frustreraður, aggressivur og kann gerast harðligur. Hann skyldar altíð upp á onnur, og burturforklárar negativar avleiðingar av egnum gerðum. Reglurnar, sum eru galdandi fyri onnur, eru ikki galdandi fyri psykopatin.

Hann hevur lítið tamarhald á sær sjálvum og kann brádliga fáa illsinnisherðindi, har hann kastar við pappírum ella lutum.

Eyðkennið ”psykopati” kemur ofta til sjóndar longu í ungdómsárunum, og tað ger mest um seg hjá ungum fólkum. Eyðkennini vikna so líðandi gjøgnum lívið.

Sjúkueyðkennini hava ikki einans trupulleikar í umhvørvinum við sær. Eisini fær viðkomandi ofta eitt óstøðugt lív við nógvum og skiftandi partnarum, og ofta eisini kriminaliteti. Ein stórur meiriluti av teimum, sum enda í fongsli, eru psykopatar.

Fleiri mannfólk enn kvinnur eru psykopatar.


--


Kennir tú ein psykopat?


Robert Hare er ein av heimsins fremstu serfrøðingum innan psykopati.

Hann hevur gjørt eitt yvirlit við 20 eyðkennum og eginleikum, sum kunnu geva eina hóming av, um ein psykopatur ger um seg í tínum nærumhvørvi.

Hóskar eitt punkt sera væl til persónin gevur tað 2 stig. Hóskar tað eitt sindur væl gevur tað 1 stig. Hóskar tað als ikki gevur tað onki stig. Í mesta lagi ber til at fáa 40 stig. Sambært Robert Hare er ein persónur við fleiri enn 30 stigum psykopatur.

Viðmerkjast skal, at yvirlitið er óegnað til kliniska diagnosu, men at tað kann hjálpa fólki við at finna psykopatar í nærumhvørvinum.


Kennir tú ein psykopat?


Psykopaturin..

1. ..er væltalandi og sjarmerandi

2. ..er egosentriskur og stórlætisørur

3. ..hevur støðugan tørv á spenningi og nýggjum innskotum

4. ..lýgur og burturforklárar

5. ..er svikaligur og manipulerandi

6. ..kennir hvørki skuld ella angur

7. ..hevur eitt veikt og grunt kenslulív

8. ..kann ikki liva seg inn í støðuna hjá øðrum ella at hava empati

9. ..hevur ein nassandi lívsstíl

10. ..er snarsintur, illsintur og hevur lítið tamarhald á sær sjálvum

11. ..hevur nógv leys kynslig sambond / er ótrúgvur

12. .. hevði atburðartrupulleikar sum barn (yngri enn 12 ár)

13. ..hevur stutta tíðarkenslu / leggur ikki langtíðarætlanir

14. ..er impulsivur

15. ..er ábyrgdarleysur sum foreldur

16. ..hevur fleiri hjúnaskilnaðir / miseydnað parløg

17. ..var ungdómskriminellur (yngri enn 15 ár)

18. ..fremur lógarbrot, tá hann er royndarleyslatin

19. ..tekur ikki ábyrgd fyri egnum gerðum

20. ..fremur fleiri sløg av lógarbrotum, líka frá innbroti til narko, harðskap, kynsligan ágang og svik.



Keldur:

Psykopater i jakkesæt” av Sanne Udsen

Jyllands Posten: ”Psykopater” av Kim Hundevadt

Politiken: ”Arbejdspladsens psykopater kan koste dyrt” av Ida Ebbensgaard

www.wikipedia.com: Psykopati

www.netdoktor.dk: Kender du en psykopat?