Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av trygdini á sjónum, hevur lagt fyri tingið uppskot um, at promillumarkið í ferðsluni á sjónum skal vera tað sama sum í ferðsluni á landi, 0,2 promillu.
Men tað fall ikki í góða jørð hjá frítíðarsiglarunum, sum vístu sína ónøgd í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Heldur enn at viðgera yvirskipaða málið hjá landsstýrismanninum um 0-hugsjón á sjónum eisini, so sló sjónvarpið hetta upp í glens við at tráðspyrja landsstýrismannin um, hví markið skuldi verða 0,2 og ikki 0,5 promillu.
At tilkomnir menn stíga fram á skíggjan og í álvara mæla til, at menn sleppa at drekka øl meðan teir sigla, er undrunarvert í sjálvum sær. Hvør skal telja, hvussu nógvar øl fara niðurum? Og hvat við teimum sum sjólátast av rúsdrekkasigling?
Ikki sørt at tað minnir um stríðið ímóti at nýta trygdarbelti í bilum og um stríðið hjá summum ímóti rúsdrekkakoyring.










