Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum.
- Generelt haldi eg, at psykiatriin verður ikki raðfest í mun til aðrar sjúkur. Psykiatriin er raðfest meira frammarliga seinastu árini, men kortini sær út sum, at psykiatrini er afturút í mun til aðrar sjúkur, sigur Tórmóður Stórá, leiðari á Psykiatriska Deplinum.
Seinastu árini hevur verið frægari. Psykiatriin hevur eitt nú fingið játtað ein nýggjan bygning. Men Tórmóður Stórá viðgongur, at hóast øll ting eru relativ, so ber til at siga, at psykiatriin dragnar afturút, um tú samanber við aðrar sjúkur.
- Hyggur tú eftir lønarútreiðslunum á Landssjúkrahúsinum seinastu árini, so sært tú, at tað er vaksið í krónum og oyrum, men parturin til psykiatriina, í mun til restina, dragnar afturúr, sigur Tórmóður Stórá.