PSG ætlar sær eina heimsstjørnu afturat

Franska Paris Saint Germain er helst ikki liðugt at keypa inn enn

 

Franska stórfelagið, Paris Saint Germain, sum í gjár kunngjørdi brasilska Neymar á tíðindafundi, tykist ikki vera liðugt at keypa inn enn. Í øllum førum ikki, um man skal trúgva franska blaðnum L’Equipe. L’Equipe skrivar at næsta navn á ynskislistanum hjá Paris Saint Germain er kilenski framherjin hjá Arsenal, Alexis Sanchez.

 

Hóast Alexis Sanchez enn er at finna í Arsenal, hava leysasøgur í alt summar sent kilenska framherjan úr London felagnum. Alexis Sanchez hevur fleiri ferðir verið settur í samband við Paris Saint Germain, umfram at hann eisini hevur verið settur í samband við Manchester City og Bayern Munchen.

 

Sáttmálin hjá Alexis Sanchez við Arsenal gongur út næsta summar, og tí eru sannlíkindi fyri at kilenski framherjin kann vera til sølu fyri tann rætta prísin.