Prutlar undir lokinum í Iran

Tað hevur vakt ans, at iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, hevur ikki verið til arbeiðis á skrivstovu síni í Teheran teir seinastu átta dagarnar. Hesar dagarnar hevur stjórnin havt tveir fundir, men forsetin var ikki at síggja. Hann hevur heldur ikki vitjað tann heilaga býin Qom, sum hann plagar at gera.

Tað ljóðar frá álítandi keldum, at støðan hjá Mahmoud Ahmadinejad er viðgjørd fyri stongdum hurðum, men tað er ógreitt, hvør var á hesum fundi.

Okkurt bendir á, at tað prutlar undir lokinum í Iran. Eitt nú vakti tað ans, tá andaligi leiðari landsins, ajatollah Ali Khamenei, ógildaði eina avgerð hjá Ahmadinejad at koyra ein ráðharra frá.

Bretska kringvarpið BBC sigur, at tað er eingin ivi um, at ein uppgerð um valdið í Iran er á veg.