Próvtøka á Fjarlestrardeplinum

So hevur fyrsta próvtøkan á Fjarlestrardeplinum í Vági verið.

 

So hevur fyrsta próvtøkan á Fjarlestrardeplinum í Vági verið í summar.

 

Ein lesandi hevur tikið einkult-fak í donskum á studentaskúlastøði, sum hesin lesandi manglaði, fyri at kunna fara undir framhaldandi lestur. Einkult-fakið er tikið umvegis fjarlestur á VUC.nu í Danmark og varð sjálv próvtøkan so fyriskipað á Fjarlestrardeplinum í gjár.

 

Talan var um munnliga próvtøku, har tann lesandi varð førdir upp av lærarum, sum sótu í Danmark. Alt  gekk væl og nú er tann lesandi klárur at fara undir framhaldandi lestur.

 

Hevur tú tørv á at taka einkult-fak á studentaskúlastøði, sokallað supplerings-fak, so er bara at siga okkum á Fjarlestrardeplinum frá, so fær tú hjálp til at finna fakið, sum tær tørvar, skrivar fjarlestur.fo.