Prostatakrabbi rakar nógvar føroyingar

Prostatakrabbi er vorðin vanligasta krabbasjúka í Føroyum. Tað staðfestir Johan Poulsen, yvirlækni á landssjúkrahúsinum. Mikukvøldið bjóðaði Krabbameinsfelagið til eitt tiltak á Hotel Føroyum, har eitt nú Johan Poulsen var gestarøðari.

Endmálið við tiltakinum var at varpa ljós á prostatakrabba, og at bjóða føroysku sjúklingunum hjálp og ráðgeving.

230 mans luttóku í tiltakinum á Hotel Føroyum, har ein sjálvhjálparbólkur varð settur á stovn.

Krabbameinsfelagið sigur seg vita av royndum, at mannfólk eru minni fús enn konufólk at taka av teimum tilboðum, sum felagið hevur um kunning, hjálp og leiðbeining í sambandi við krabbamein. Tí skipaði felagið fyri tiltakinum á Hotel Føroyum.

Eirikur Ólason Simonsen, ið varð sjúkur av krabba í bløðruhálskertlinum fyri nøkrum árum síðan, hevur játtað at hjálpa Krabbameinsfelagnum at skipa fyri tí nýstovnaða sjálvhjálparbólkinum.

Krabbameinfelagið heldur, at stóra luttøkan mikukvøldið er tekin um, at menn nú tora eins væl og kvinnur, at tosa um krabbamein og søkja sær hjálp.