Promillumark kemur fyri spruttsigling

Uppskot um at broyta sjólógina, so promillummark verður fyri at føra skip og bátar, verður lagt fram á ólavsøku

Herfyri fingu tveir menn í Føroya rætti dóm fyri at hava ført skjóttgangandi bátar ávirkaðir av rúsdrekka.
Undir viðgerðini í rættinum varð nevnt, at í sjólógini stendur einki promilumark. Har stendur bara, at tann, sum er ávirkaður og tí ikki trygt kann føra skipið, verður revsaður.
Sama orðing var í ferðslulógini um at koyra bil, áðrenn promllumark varð ásett.
Í rættinum varð nevnt tað óhena, at einki promillumark stendur í sjólógini.
Men nú kemur tað skjótt.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum sigur, at Vinnumálaráðið arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum hevur til endamáls at seta promillumkar í lógina.
Tað var av sinum eintingum, at Vinnumálaráðið tók málið upp. Eingin áheitan er komin um at áseta promillumark, og tað varð ikki gjørt av nakrari ávísari ólukku.
Uppskotið verður nú sent feløgunum og øðrum viðkomandi pørtum til hoyringar, og ætlanin er at leggja uppskotið fyri tingið á ólavsøku, sigur Johan Dahl.