Profilur hjá HB spælir ikki aftur í ár

Ongin sáttmáli er gjørdur við Trónd Jensen enn, men hann fær væntandi stóran leiklut í steypakappingini

HB má klára seg uttan Mikkel Frankoch restina av kappingarárinum. Danski miðvallarin hevur fyri aðru ferð í ár brotið eitt bein í fótinum. Talan er um sama brot, sum gjørdi at Mikkel Frankoch sat uttanfyri meginpartin av seinnu hálvu. Hann skal tó ikki undir skurð, sum Adrian Justinussen mátti.

Mikkel Frankoch skuldi annars spæla við móti KÍ, men til venjingina hósdagin breyt hann eitt bein í fótinum. Tað gjørdi at Tróndur Jensen byrjaði inni. Hann hevur ikki gjørt nýggjan sáttmála enn. Eftir dystin í Klaksvík leygardagin segði hann við FM1, at tað snýr seg mest um at fáa tíð til fótbóltin, sum í dag krevur nógv.

Ein annar danskur miðvallarin, ið hevur spælt væl er Mathias Nygaard, sum eftir dystin í Klaksvík ikki vildi gera viðmerkingar til framtíðina. HB er framvegis við í kappingini um Løgmanssteypið, men tað verður uttan Mikkel Frankoch.

Samrøðurnar við Trónd Jensen og Mathias Nygaard eru partur av Gullradio, sum var eftir dystin í Klaksvík og kann hoyrast við at trýsta HER. 

##ms##