Profilar hjá Tjaldri halda fram

Tjaldur skrivar á heimasíðu sínari, at nýggir sáttmálar eru skrivaðir við Adinu Petrea og Cornelia Rimbu

Hondbóltur

Tær báðar høvdu síni avgerandi orð at siga, tá Tjaldur í fjør vann sítt fyrsta FM-heiti í kvinnuhondbólti. Ikki minst var tilgongdin av Adinu sera týðandi, og fult uppiborið vann hon eisini heiðurin sum ársins spælari í føroyskum kvinnuhondbólti.
Cornelia Rimbu kom til felagið í fjør heyst, eftir at kappingin var byrjað, og hon hevur eisini styrkt sera væl um hópin.
Undan vikuskiftinum longdi Tjaldur sáttmálan við Bogdan Burcea, sum er venjari hjá kvinnunum, og við at leingja sáttmálarnar hjá tveimum av heilt stóru profilunum hevur Tjaldur undirstrikað, at tey eisini vilja spæla ein leiklut í føroyska hondbóltsoddinum komandi kappingarár.