Professarin sum ikki tímdi at ganga í skúla

Søgan um doktaran og professaran, Boga Bech Jensen, sum helt fyrilestur á vinnudegnum, er eisini søgan um skúladreingin, sum ikki tímdi at ganga í skúla.

Bogi Bech Jensen, sum starvast á Fróðskaparsetri Føroya, har hann er professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini, samstundis sum hann eisini er professari við Newcastle University í Bretlandi, var ein av fyrilestrarhaldarunum á vinnudegnum í ár.

 

Maðurin, sum hevur drúgvar royndir innan vinnugransking, røddi um evnið, hvussu lærdir háskúlar kunnu hjálpa vinnuni við kanningararbeiði og strategiskari vørumenning.

 

Professarin hevur drúgvar royndir í samstarvi við fyritøkur kring um í Evropa og Asia, og tað var við støði í hesum, at Bogi Bech Jensen varð boðin at halda fyrilestur á vinnudegnum.

 

Nakrar av fyritøkunum, sum hann hevur samstarvað við og sum hann hevur arbeitt nógv saman við, antin sum konsulentur ella innan gransking eru, Höganäs (Svøríki), Grundfos, Brüel & Kjær Vibro og Dong Energy (Danmark), Toyota (Japan), Envision Energy (Kina) og Siemens (UK og Kanada).

 

Umframt at vera útnevndur professari við Fróðskaparsetur Føroya og á Newcastle University, er Bogi eisini doktari í verkfrøði á Newcastle University. Hann er stjóri í menningarfyritøkuni, Defined Energy (www.definedenergy.com), og hann hevur eisini lisið leiðslu á Harvard Business School í USA.

 

Tað er eftir, at Bogi flutti heimaftur til Føroya at búgva í vár, at hann hevur tikið við starvinum á Náttúruvísundadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

- Í starvinum fáist eg mest við undirvísing og gransking, og her verður eisini nokso nógv planlegging. Alt hetta tekur tíð, men eg eri tolin og áhaldin, og eg eri spentur upp á hesa uppgávu og avbjóðing, sigur professarin, ið byrjaði sína virknu lívsleið á skipsdekki.

 

Sum barn og ungdómur tímdi Bogi Bech Jensen ikki at ganga í skúla, og tá hann fór til skips, ætlaði hann sær ongantíð í lívinum í skúla aftur.

 

So avgjørdur var 16 ára gamli drongurin í Havn, tá hann hevði lagt níggju ár í Kommunuskúlanum og eitt ár á FHS aftur um seg. Skúlin hevði ikki verið nakað at reypa av. Próvtølini vóru ikki góð, og tað vóru royndirnar frá skúlanum heldur ikki.

 

Men, nú skuldi skúlin vera ein farin tíð, og langt um leingi kundu arbeiðslívið og dreymurin um sjólívið førast út í lívið.

 

Tað skuldi tó vísa seg at ganga heilt øðrvísi, enn ungi havnardrongurin hevði torað at droymt um.

 

Bogi byrjaði sum ungur á dekkinum á flakatrolaranum Ennibergi, og hann var bæði við gomlu og tá nýggju Krúnborg.

 

- Tá eg hevði siglt í eini tvey ár, fór eg á Maskinmeistaraskúla og gjørdist maskinmeistari. Síðan sigldi eg aftur í eini tvey ár, áðrenn eg fór á Maskinmeistaraskúlan at undirvísa og seinni á Fróðskaparsetur Føroya at lesa.

 

Av setrinum fór Bogi Bech Jensen til Newcastle at lesa víðari, og lesturin á lærustovninum har endaði við, at hann seinni fekk starv sum lektari og undirvísingarleiðari á Newcastle University.

 

- Í 2010 flutti eg til Danmarkar, har eg gjørdist lektari og deildarleiðari hjá DTU, Danmarks Tekniske Universitet, og her var eg til í mars í ár, tá eg flutti heimaftur til Føroya, sigur hann.