Tað eru tekin um, at produktivitetsvøksturin í føroyska búskapinum hevur verið lágur seinastu 10-11 árini, sammett við okkara grannalond. Landsbankin skrivar í dag, at um hugt verður at uppgerðum hjá Hagstovu Føroya av bruttutjóðarúrtøkuni, lønmóttakarum og prísgongd, sæst, at produktiviteturin er vaksin við áleið 0,5 prosentum um árið í miðal í tíðarskeinum frá 1999 til 2009. Seinastu produktivitetsvøksturin í flestu grannalondum okkara hevur verið um 1 og 2 prosent í miðal árliga.
Tað eru fleiri viðurskifti í fiskivinnuni, sum darva produktivitetsvøkstri.
Millum annað kann nevnast, at veiðutrýstið seinastu 15 árini í miðal hevur verið umleið tvær ferðir veiðutrýstið, sum hevði givið mest búskaparliga og lívfrøðiliga framgongd.
Harafturat er tvørligt hjá nýggjum luttakarum at fáa atgongd til fiskivinnuna.
At enda eru ásetingar í lóg um vinnuligan fiskiskap, sum forða fiskivinnuni at laga seg til nýggjar og broyttar umstøður, metir Landsbankin.