Terji Rasmussen var við í bólkinum, sum vann fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995. Tá var rockbólkurin Moirae tað stóra nummarið, men hann er síðani farin í søguna.
Nú er Terji Rasmussen viðaftur í Prixnum sum sangari í sínum egna bólki. Hann hevur havt onkra einstaka gestaupptraðkan sum kórsangari, men nú verður tað við allari orku og egnu sangum, at hann leggur í vaðið aftur.
Terji Rasmussen hevur fingið nakrar av teimum tónleikarunum, sum hann hevur spælt sera nógv saman við gjøgnum árini, at spæla saman við sær hesaferð. Tríggir av tónleikarunum vóru við í tiltikna bólkinum Føstufressar.
Terji Rasmussen hevur seinnu árini spælt javnan til konsertir og dansir kring landið, og tað hevur hann gjørt við sínum egna bólki. Terji kann framføra eina langa røð av kendum sangum, sum hann hevur skrivað gjøgnum árini, men leygarkvøldið verða tað nýggir sangir at hoyra frá honum.










