Privatisering tryggjar ikki framtíðini hjá landbúnaðinum

Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum ætlar at privatisera landsjørðina og hevur, sum skilst, sett ein skjóttarbeiðandi bólk at koma við tilmæli um hetta. Á ólavsøku fer helst at koma eitt uppskot um privatisering, sum skal avgreiðast í miklum skundi – tey flestu vænta jú val í heyst. Grundgevingin hjá Jacobi Vestergaard higartil er, at hann vil “loysa tey bundnu fíggjarligu virðini, ið eru í landsjørðini”. Hetta kann illa merkja annað, enn at bøndurnir skulu keypa jørðina frá tí almenna.

 

Í landbúnaðinum eru í løtuni ein røð av avbjóðingum , sum landsstýrismaðurin átti at nýtt orku at loyst. Einoygt ideologiskt fokus á at privatisera jørðina, kann skjótt koma landbúnaðinum aftur um brekku.  

 

Tíverri er eingin politiskur fylgibólkur settur, og ei heldur hevur nakað aðalorðaskifti verið um landbúnaðin seinastu mongu árini. Løgtingið viðgerð stórt sæð bert landbúnaðin, tá okkurt bráðfeingis lógaruppskot skal samtykkjast. Hetta er spell, tí landbúnaðurin er ein vinna við víðfevndum møguleikum, fær hon betri grundarlag at byggja framtíðina á.

 

Hvat vilja vit við landbúnaðinum?

Við fáum undantøkum, er vinnuligi landbúnaðurin í dag knýttur at almennu jørðini. Privata jørðini er eftirhondini so smábýtt, at grundarlag ikki er fyri vinnuligum rakstri. Festijørðin er eisini í stóran mun býtt í smáar eindir – eini 370 festi. So her er rúmd fyri stórum umskipanum, at leggja betri grundarlag undir vinnuna.  

Tørvur er á einum nýggjum framskygdum landbúnaðarpolitikki, sum setir greið mál fyri, hvat vit vilja við landbúnaðinum í Føroyum. Og sum leggur miðvísar ætlanir fyri, hvussu málini kunnu røkkast. Roynt varð at fáa undirtøku fyri júst hesum við løgtingsmáli 138/2013 “Uppskot til samtyktar um nýggjan landbúnaðarpolitikk”, sum Tjóðveldi í vár legði fyri Løgtingið.

 

Endamálið var at fáa semju um at seta í verk eitt arbeiði at endurskoða galdandi landbúnaðarlóggávu og -skipanir og orða ein landbúnaðarpolitikk, sum kann stuðla undir, at vinnan mennist og kemur at kasta meira av sær. Serliga umráðandi er at gera tað eggjandi fyri yngri fólk at taka við. Samgongan feldi tíverri uppskotið.

 

Skal ein nýggjur landbúnaðarpolitikkur eydnast, er sjálvandi stak umráðandi, at arbeiðið - umframt at byggja á royndir og breiða fakliga vitan í landbúnaðinum - eisini byggir á undirtøku millum politisku flokkarnar, so karmarnir kring vinnuna verða støðugir.

 

Keyp og søla av festijørðini

Førdi landbúnaðarpolitikkurin hevur ikki ført við sær eina blómandi vinnu, men heldur er tað vorðið gerandiskostur at frætta, hvussu tungur raksturin er. Tað eru tíbetur fleiri garðar, sum bera seg sera væl fíggjarliga, men eru teir undantøkini.

 

Bøndurnir hava longu rættin at veðseta og avhenda festibrøvini. Sostatt verður “jørðin” - brúksrætturin - til almennu jørðina longu seld og keypt.  Í fleiri førum fyri milliónaupphædd. Fyrimunurin við umsetiligheitini er, hon hevur gevur bóndum atgongd til meira jørð og kvotur. Men, hon hevur eisini lagt stórar fíggjarligar byrðar á fleiri av teimum virknastu bóndunum, sum ger tað trupult at fáa raksturin at bera seg.

 

Skal ungt fólk eggjast til at taka við í landbúnaðarvinnuni, krevst, at stórar íløgur verða gjørdar í nútímans tøkni og fjós og holl faklig menning. Tí er púra avgerandi, at fáa sett í verk broytingar, sum geva grundarlag fyri at kunna byggja upp yvirskot í vinnuni. Ein privatisering kann tíverri fara at føra við sær, at kapitalurin verður drenaður úr vinnuni, heldur enn nýttur til at útbyggja hana. Jørðin er avmarkað tilfeingi, tí kann vinnan tí lættliga blíva yvirkapitaliserað við størri skuldarbinding, enn raksturin ber – eisini hóast bæði hegni og vilji eru til staðar.

 

Tættir at loysa

Tað er so nógv, landsstýrismaðurin í búnaðarmálum átti at tikið til viðgerðar og loyst, áðrenn hann yvirhøvur tosar um privatisering. Umframt eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu, sum gevur fíggjarliga trygt grundarlag undir landbúnaðinum, eru millum tørvur á:

Málrættan av landbúnaðarstuðlinum, so hesin stuðlar undir sett mál. Lendislóggávu, sum tryggjar, at besta búnaðarjørðin verður varðveitt til landbúnað. At tryggja betri kapitalatgongd hjá vinnuni. At seta greið mál fyri hvørjar landbúnaðarvørur Føroyar kunnu og vilja vera sjálvveitandi við. Miðvís nýtsla av felags festikontu til bøttar karmar fyri matframleiðslu og annað, til felags gagns fyri vinnuna. Framleiðsluskylda og at geva virknum bóndum atgongd til jørð, sum liggur órøkt, osfre.

 

Ein nýggjur landbúnaðarpolitikkur eigur eisini at leggja dent á at styrkja granskingar- og ráðgevingarpartin av Búnaðarstovuni, so fleiri royndir verða gjørdar við framleiðslu, fóðurroyndum, framleiðslutøkni, burðardyggum hagabiti osfre. Hesin partur er nógv niðurspardur seinastu árini. Útbúgvingarmøguleikar og gransking eiga at verða samskipað millum Búnaðarstovuna (Royndarstøðina) og Fróðskaparsetrið. Og munandi átøk eiga at verða gjørd at bøta um trupulleikan av jarðrivi í hagalendi. Politiska skipanin hevur eisini skyldu at taka støðu til, á hvønn hátt landbúnaðurin skal hava strategiskan týdning sum framtíðar tilbúgving og tørvin á, at hava framleiðsluorkuna í landinum.

 

Farið við hesum at heita á landsstýrismannin um at fáa í lag eitt djúptøkið orðaskifti um framtíðina hjá føroyska landbúnaðinum. Tí higartil hevur tosið um privatisering mest borið brá av at tekkjast einum veljaraskara, og í øllum føri ikki givið nakað svar uppá, hvussu ein privatisering loysir avbjóðingarnar hjá vinnuni og førir til nýhugsan og framtíðar menning í landbúnaðinum.