Privatflogfar dottið niður í Eystarasalti eftir løgna kósbroyting

Donsk og týsk jagaraflogfør sóu ongan í stýrhúsinum í einum flogfari, sum í kvøld er dottið niður í Eystrasalti.

 

Eitt lítið privatflogfar við fýra fólkum umborð er í kvøld umleið klokkan 19:45 lokala tíð dottið niður í Eystrasalti uttan fyri lettiska býin Ventspils.

Tað skrivar svenska Aftonbladet.

Loftferðslumyndugleikarnir mistu sambandið við flogfarið fyrr um kvøldið.

Tað skuldi verið lent í Köln í Týsklandi. Tað helt tó fram og fleyg framvið týska býnum, gjøgnum svenskt loftrúm og datt at enda niður í Eystrasalti.

Jagaraflogfør úr Danmark og Týsklandi vóru á flog at kanna støðuna. Tey søgdu, at tey sóu ongan í stýrhúsinum.

Umleið klokkan 19.30 var flogfarið í umleið 10.000 metra hædd. Síðani fór tað skjótt at miss hædd.

Dátur frá flogeftirlitssíðuni Flightradar vísa, at flogfarið fleyg í beinari linju úr økinum við Köln,

til tað var uttan fyri Ventspils. Har fór tað at flúgva í klingur, til tað datt niður í havið.

Tað vóru eftir øllum at døma fýra fólk við flogfarinum.

Sambært Flightradar er flogfarið farið úr Jerez í syðra parti av Spania.

Talan var um eitt Cessna 551, sum var skrásett í Eysturríki, skrivar TT.

Svenska tíðindastovan hevur tosað við flogtrygdarserfrøðing, sum metir, at trykkið í kabinuni kann vera fallið. Tað kann hava ført við sær, at fólkini umborð hava mist vitið.

– Av onkrari orsøk hevur tann lufttætta kabina likið, sigur flogtrygdarserfrøðingurin Hans Kjäll frá Nordic Safety Analysis Group.

– Í hasari hæddini, sum sjálvt hesi lítlu flogfør flúgva í – umleið 10.000 metra hædd, er ógvuliga lítið av ilt. Tú missir vitið upp á 30 sekund, sigur hann.

Norska blaðið VG skrivar, at svenska sjóverjarn klokkan 20.09 upplýsir, at hon hevur funnið olju og vraklutir í økinum, har flogfarið skal vera dottið niður.

– Flogfari er dottið niður. Møguleikin fyri at finna fólk á lívi er sera lítil, sigur Lars Antonsson frá Sø- og Flyredningscentralen við Aftonbladet.

Einki er sagt alment um orsøkina til vanlukkuna. Heldur ikki eru upplýsingar um samleikan hjá fólkunum umborð.

/ritzau/