Prísurin á Trump-íbúðum tann lægsti í nógv ár

Koronufarstóttin og umdømið hjá Donald Trump eru sambært ognarseljarum orsøk til prísfall á íbúðum hjá fyrrverandi forsetanum.

Í Trump International Hotel and Tower i Chicago lækkaðu prísirnir við 34 prosentum, meðan Trump var forseti. (Arkivfoto.) - Foto: Charles Rex Arbogast/Ritzau Scanpix

Ætlar tú tær at gera ein góðar handil á amerikanska marknaðinum fyri luksusíbúðir, so er tað eitt gott hugskot at hyggja eftir bygningum, har nanvið Trump stendur ár.

 

Prísirnir fyri íbúðir í fleiri av bygningunum hjá fyrrverandi forsetanum og handilsmanninum er á tí lægsta í nógv ár.

 

Tað skrivar tíðindastovan AP og vísir til eina gjøgnumgongd av yvir 4000 ongarhandlum seinastu 15 árini, sum miðilin hevur gjørt.

 

Gjøgnumgongdin leggur dent á 11 bygningar hjá Donald Trump í Chicago, Honululu, Las Vegas og New York.

 

Hon vísir, at prísurin á nøkrum íbúðum og hotelkømrum er dalaður við einum triðingi ella meira.

 

– 50 prosent av fólkinum høvdu ikki havt hug at búð í einum Trump-bygningi av fleiri orsøkum. Men so eru tað fólk sum eg, sigur bilseljarin Lou Sollecito við AP.

 

Hann keypti fyri kortum eina íbúð við tveimum kømrum og útsýni til Empire State Building fyri tríggjar milliónir dollarar, sum er ein millión minni, enn seljarin gav fyri hana í 2008.

 

Lou Sollecito heldur hetta vera eitt »røvarakeyp«.

 

Í nógvum býum er bústaðamarknaðurin álvarslliga raktur av koronufarsóttini, sum hevur ávirkað prísirnar.

 

Gjøgnumgongdin hjá AP vísir eisini, at fleiri av Trump-íbúðunum eru dalaðar meira í viriði enn líknandi íbúðir.

 

Tað verður sagt at vera vegna ringa umdømi hjá fyrrverandi forsetanum, sjálvt um tað ikki kann sigast við vissu, hvussu stór tann ávirkanin hevur verið.

 

Í Trump Internetional Hotel and Towerí Chicago dalaði virðið á íbúðum við 34 prosentum, meðan Trump var forseti.

 

Í 18 bygningum nærindis við luksusíbúðum fullu prísirnir við seks prosentum.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

Í Trump International Hotel and Tower i Chicago lækkaðu prísirnir við 34 prosentum, meðan Trump var forseti. (Arkivfoto.) - Foto: Charles Rex Arbogast/Ritzau Scanpix