Prísurin á streymi hækkar ikki næsta ár

SEV er á einum alduryggi og hevur fitt í avlopi, men tað er neyðugt

- SEV liggur í løtuni á einum alduryggi, og gongdin er góð.

Tað staðfesti Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, á aðalfundinum í SEV í morgun.

 

Nú í nøkur ár hevur støðan mangan verið spent á aðalfundunum hjá SEV, tí felagsskapurin hevur givið hall og streymurin er dýrkaður.

Men í morgun er huglagið øðrvísi, tí nevndarformaðurin sigur, at gongdin er góð og samstundis er vorðið munandi grønari seinasta árið. Her sipar hann til nýggju vindmyllurnar í Húsahaga.

Samstundis upplýsir hann,  at næsta ár, fer streymurin ikki at hækka.

 

Hann vísti á, at vindmyllulundin í Húsahaga hevur stundum, saman við vatnorkuni, lyft SEV væl upp um 60 prosent elframleiðslu úr varandi orkukeldum.

-  Allan oktober gjørdi SEV 75 prosent av orkuni burtur úr vatni og vindi. Málið er í fyrstu atløgu, at í øllum førum 60 prosent av árligu framleiðsluni komandi árini skulu stava frá vatni og vindi, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030.

 

Elfelagið er eisini vorðið búskaparliga sterkari hetta seinasta árið. Sambært framskrivingum hjá leiðsluni fer SEV at hava 54 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum í ár, um alt gongur sum ætlað restina av árinum.

Í fíggjarætlanini fyri 2015 verður roknað við 37 milliónum krónum í yvirskoti.

 

Nevndarformaðurin sigur, at úrslitið er nøktandi, men tað er eisini neyðugt, eftir at  SEV í fleiri ár á rað hevur havt hall, samstundis sum stórar íløgur við tilhoyrandi lántøku standa fyri framman, ið eisini krevja eina munandi eginfígging.

 

- Avlopið hjá SEV kann brúkast til at veita fígging til nógvu avbjóðingarnar fyri framman. Tað er eitt nú íløgur í fleiri grønar orkukeldur og til útbyggingar av oljuriknu verkunum, sum framhaldandi verða okkara tiltakstrygd í nógv ár afturat, tó at málið er 100 prosent grøn elorka í 2030.

Skuldin hjá SEV er 753 milliónir, men tað er stórur tørvur á fígging og næsta ár er neyðugt at lána 247 milliónir afturat, sigur Jákup Suni Lauritsen.