Ja, tað er rætt... eg helt, tað var moralskt skeivt at hækka prísin á heiligvági, tá eg sat sum heilsumálaráðharri. Tí tók eg uppskotið aftur í 2020 - tað hildu C og E eisini tá.
Eg haldi framvegis, at tað er skeivt at hækka prísin á heiligvági - tað halda C og E ikki longur.
At hækka egingjaldið við 100% úr 500 krónum upp í 1.000 krónur, áðrenn íkast hjá Heilsutrygd tekur við og harafturat at hækka markið fyri, nær Heilsutrygd veitir 100% ískoyti úr 2.700 krónum upp í 8.000 krónur, er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við sjúku.
So, eg vil við hesum heita á samgonguna um at taka rokningina aftur!
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin