Prince komin á Tvøroyri

Fyrrapartin kom avloysaraskipið hjá Smyrli, Prince, á Tvøroyri.

Prince skal avloysa, tá Smyril fer í dokk. Prince byrjar í sigling leygardagin.

Færri túrar verða, nú Prince, sum er størri enn Smyril, fer at sigla millum Havnina og Suðuroynna. Ferðaætlanin hjá Prince sæst á ssl.fo.

Ferðaætlanin er løgd við støðið í avtalum við reiðarí og manning, um at halda altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn tann sum Smyril hevur havt, skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu.

 

Tað eru færri túrar um vikuna, umframt at Prince liggur hvørja nátt á Tvøroyri. Eisini eru tíðarbilini millum túrarnar eitt vet longri í miðal, enn vanligt, hetta verður gjørt millum annað tí at Prince er eitt væl størri skip enn Smyril, og kann hava tørv á meiri tíð til at koma til og frá bryggju.

 

Ætlandi verður ferðaætlanin eftirmett eina viku eftir at skipið er farið í sigling soleiðis at tillagingar kunnu gerast um neyðugt, skrivar Strandferðslan á ssl.fo.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##