Vældámdi presturin í Kvívík, Theodor E. D. Olsen, ætlar sær nú eisini upp í politikk.
Tað er greitt, nú Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy hevur havt uppstillingarfund.
Har var kvívíksprestur eitt av uppskotinum til valevni og vit hava fingið at vita frá uppstillingarfundinum hjá Javnaðarflokkinum, at tá ið avtornaði, kom hann eisini á listan.
Theodor E. D. Olsen, sigur, at honum dámar javnaðarhugsjónina og tí hevur hann hug at royna seg, hóast hann er eitt óskrivað blað í politikki.
- Eg havi altíð verið javnaðarsinnaður og eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.
- Mær dámar tað sosialdemokratiska projektið um eitt samhaldsfast samfelag og tað havi eg hug at virka fyri, sigur hann við Portalin.
- Eg haldi, at vit eiga at virka fyri einum samfelag, sum er samhaldsfast og har vit hugsa um heildina ístaðin fyri at dyrka einstaklingin.
Men umframt almannamál hevur prestur eisini stóran áhuga fyri mentan.
- Nú eri eg eisini prestur og Løgtingið er ovasti myndugleiki yvir fólkakirkjuni. Har havi eg kanska eisini nøkur hugskot um, hvussu viðurskiftini skulu skipast, sigur nýggjasta valevni hjá javnaðarflokkinum, Theodor E. D. Olsen.