Prestur: Skeggið fær nógvar viðmerkingar

Høvdu summi havt ein saks, høvdu tey ivaleyst klipt tað av, heldur prestur.

Tað vakti ans ólavsøkudag, tá ið biskupur og prestarnir í føroysku fólkakirkjuni gingu skrúðgongu, sum siður er, og fleiri teirra sóust við stórum skeggi. Tann, sum uttan iva hevur longsta skeggið, er Sverri Steinhólm, prestur á Landssjúkrahúsinum. Prestur sigur við in.fo í morgun, at tað er ikki frítt, at fólk hava nógv at siga um skeggvøksturin.

 

– Fólk hava ótrúliga nógvar hugsanir um skeggið. Fólk tosa við meg um tað at kalla alla tíðina, sigur Sverri Steinhólm, prestur. Hann greiðir frá, at reaktiónirnar um skeggið eru eins og við so mongum – hugsanirnar eru býttar upp í tey eldru og tey yngru. 

 

– Tey eldru halda oftast, at tað sær ræðuligt út, og at eg skuldi klipt tað burtur í einki. Tey yngru halda hinvegin, at tað sær kul út, sigur Sverri Steinhólm, prestur. Men prestur er somuleiðis sannførdur um, at tað einans ber til at vera sum man er, og ikki sum onnur ynskja. 

 

– Hetta er fyri so vítt ikki nakað nýtt. Eg havi havt skegg áleið tíggjunda hvørt ár ella so, sigur Sverri Steinhólm. Hann vísir á, at tað serliga er trupult hjá teimum, sum eru nær við prest at fyrihalda seg til skeggið. 

 

– Tá tú kennir onkran, so vilt tú fegin hava, at viðkomandi skal síggja út, sum hann plagar at gera. Tí er tað rættiliga løgið hjá summum, sum kenna meg, at síggja stóra skeggið. Men tað er helst bara tí, at tey gloyma skjótt, tí eg plagi at hava skegg við hvørt, sigur Sverri Steinhólm og staðfestir, at tað er har so leingi hann tímir – hann kann fyri tað sama raka tað burtur í morgin. 

 

Hinir báðir prestarnir, sum sóust við stórum skeggið á ólavsøku, eru Ovi Brim og Heri Joensen. Teir síggjast á samlaðu myndini frá Ólavsøkuni undir greinini.