Ein 72 ára gamal amerikanskur prestur rindaði við bankakortinum, tá hann keypti barnapornografiskt tilfar á alnótini, og tað gjørdi, at løgreglan kundi taka hann.
Tá løgreglan fór at kanna telduna hjá prestinum, funnu løgreglumenninir 150 barnapornografiskar myndir í telduni. Presturin hevur viðgingið, at hann hevur brotið lógina, og hann hevur samstundis gjørt av at fara frá eftir at hava arbeitt 44 ár sum prestur, skrivar AP. Nú kann hann fáa upp í fimm ára fongsul.
Presturin bleiv avdúkaður saman við umleið 1.200 øðrum, tá amerikonsku myndugleikarnir fór at kanna, hvør hevði keypt barnapornografiskt tilfar frá einari fyritøku í Hvítarusslandi. Tað vísti seg, at fleiri høvdu rindað við bankakorti, og so var lætt hjá løgregluni at avdúka tey.