Fleiri hundrað ræðsluslignir palestinar hava seinastu dagarnar leitað sær skjól inni í kirkjuni, sum sambært kristnu kirkjuni stendur á tí staðnum í Betlehem, har Jesus varð borin í heim. Ísraelski hermenn hava kringsett kirkjuna.
Fyrr í vikuni eydnaðist tað einum italskum sjónvarpsliði at sleppa inn í kirkjuna, og har hittu tey prestin Ibrahim Faltas.
- Vit biðja altjóða samfelagið, heimsins lond, bjarga okkum, segði presturin við italsku sjónvarpsfólkini, sum sluppu burtur úr Betlehem mikudagin.
- Verður einki gjørt fyri at hjálpa okkum, er stórur vandi fyri, at vit verða álopin og myrd. Tit mugu hjálpa okkum, sigur Ibrahim Faltas, prestur á sjónbandsupptøkuni.
Ísraelski herurin sigur, at fleiri av palestinunum, sum hava leitað sær skjól í kirkjuni, eru yvirgangsmenn, men herleiðslan hevur kortini givið sínum hermonnum boð um ikki at leypa á. Fyrrakvøldið ljóðaði, at samráðingar eru millum ísraelsmenn og palestinararnar, sum eru inni í kirkjuni.
Veksandi mótmæli
Samstundis sum flestu lond í Vesturheiminum við USA og ES á odda leggja altsamt størri trýst á Ísrael og palestinararnar fyri at fáa teir at steðga harðskapinum, eru studentar og onnur í teimum arabisku londunum farin at mótmæla tí, sum tey kalla ísraelska áganginum ímóti palestinska fólkinum. M. a. hava egyptiskir og libanskir studentar gingið mótmælisgongu.
Tað greiðasta mótmælið kom mikudagin, tá egyptiska stjórnin boðaði frá, at hon hevur slitið alt samband við ísraelsku stjórnina, men at tað diplomatiska sambandið kortini stendur við. Egyptaland og Jordan eru tey einastu arabisku londini, sum hava diplomatiskt samband við Ísrael.
Egyptaland hevur kortini ikki havt nakran sendiharra í Tel Aviv síðani í november í 2000, tá stjórnin í Kairo gjørdi av at taka sendiharran heim fyri at mótmæla framferðini hjá ísraelsku stjórnini ímóti palestinum.










