Prestarnir vanvirða kvinnuna

Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini, heldur, at prestarnir, ið nokta kvinnuligum prestum at prædika, vanvirða kvinnuna. Samstundis heldur hon tað vera upp á tíðina, at stríðið innan prestastættina kemur fram í fjølmiðlunum.

­ Eingin ivi er um, at teir prestarnir, ið nokta kvinnuligum prestum at prædika í prestagjøldum sínum, vanvirða kvinnuna. Hetta kann javnstøðunevndin als ikki góðtaka, men samstundis vil javnstøðunevndin ikki blanda seg í átrúnaðarlig mál, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Javnstøðunevndin er í einari tvíðstøðu í føroyska prestastríðnum. Orsøkin er, at nevndin ikki vil blanda seg í átrúnaðarlig viðurskifti, men samstundis eru prestarnir í fólkakirkjuni embætisfólk, og tá kvinnur í embætisstørvum verða undirmettar, er talan um eina uppgávu fyri Javnstøðunevndina.

Men forkvinnan í Javnstøðunevndini væntar ikki, at hon fer at leggja seg út í prestastríðið. ­ Hatta er ein púra ómøgulig uppgáva fyri okkum. Líkamikið, hvat vit siga, so verja teir ávísu prestarnir seg við at vísa til skriftstøð og annað tílíkt. Teir geva sær sjálvum vald gjøgnum Bíbliuna, og tað sær út til, at eingin fær svarað ímóti teimum, tí teir halda fast við sítt, sigur Turið Debes Hentze.


Tænastumiðstøð

­Í veruleikanum er føroyska kirkjan ikki bert ein savnan av einum trúarbólki. Kirkjan er samstundis ein stovnur, ella tænastumiðstøð, ið vit gjøgnum skattin gjalda fyri at nýta. Tí eiga vit eisini at kunna krevja, at kvinnur fáa somu sømdir innan kirkjugátt sum menn, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini avgjørd.

Turið Debes Hentze vísir á, at um munur eisini verður gjørdur á kvinnum og monnum tá talan er um fyrisitingarligu uppgávurnar, prestarnir hava at røkja, so er talan um lógarbrot. Hon vísir eisini á, at tá talan er um eina fólkakirkju, tá kunnu prestarnir ikki gera eins og teimum lystir, tí ein fólkakirkja er ein stovnur, ið er fyri alt fólkið í landinum, kvinnur eins og menn. Hon heldur als ikki, at prestar innan fólkakirkjuna kunnu loyva sær at raðfesta nøkur fólk lægri enn onnur. Um teir gera hetta, so eiga teir at melda seg úr fólkakirjuni.


Fundamentalistiskt stríð

­ Uttan at fara inn í nakað átrúnaðarligt kjak, so eiga vit at gera okkum greitt, at stríðið, ið fer fram innan føroysku fólkakirkjuna í dag, ikki er nakað lítið, tilvildarligt stríð. Talan er tvørturímóti um eitt álvarsamt fundamentalistiskt stríð, eins og onnur stríð úti í heimi, ið eru íbirt av átrúnaðarligum trongskygni, sigur Turið Debes Hentze og leggur afturat, at hon heldur, at ávísir føroyskir prestar nýta skriftina til at geva sær sjálvum vald.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini heldur, at tá ein kann grunda valdmisnýtslu sína á skriftsøð í Bibliuni, er talan um vandamikið vald. Tí tá kann ein verja ógusligu valdsgerðir sínar í skriftini, líkamikið, hvussu ógvusligar og mannminkandi tær eru.


Niður av hásætinum

Í seinastuni hevur nógv verið tosað um, at tað er skomm, at stríðið millum prestarnar er endað í bløðunum. Hesum sjónarmiðnum er forkvinnan í Javnstøðunevndini ikki samd í. Tvørturímóti heldur hon tað vera upp á tíðina, at prestarnir eru komnir niður av hásætunum. Hon heldur tað als ikki vera skomm, at bispur kemur fram í bløðunum við áskoðanum sínum.

?Tað er beinleiðis tvætl at siga, at bispur missir sína virðing við at úttala seg til bløðini um prestastríðið. Prestar hava altíð verið mettir sera høgt í Føroyum, og tí halda fólk tað vera skomm, at stríð millum prestar kemur fram í bløðunum. Men hesum eri eg ikki samd við. Eg haldi, at fólk hava eins stóran rætt at fáa at vita, hvat gongur fyri seg innan almennu føroysku kirkjuna, sum tey hava rætt at fáa at vita, hvat fyriferst innan aðrar almennar stovnar í landinum. Tí haldi eg tað vera gott, at prestarnir endiliga eri komnir niður á jørðina, eins og vit onnur. Fyri tað, at bispur hevur eina áskoðan, missir hann ikki sína virðing. Hetta er tað sama, sum tá tey kongaligu missa sína virðing, bert tí tey hava eina áskoðan.

Fáa einki gjørt

Sum støðan er í løtuni, kann ikki væntast, at Javnstøðunevndin fer at blanda seg í prestastríðið. Hildið verður nevniliga, at so mikið av teologi er í stríðnum, at ikki er ráðiligt hjá nevndini at leggja seg út í stríðið.

Men Javnstøðunevndin hevur eina greiða áskoðan til stríðið, ið fyriferst millum prestarnar. Og áskoðanin er, at talan er um ógvusliga vanvirðing av kvinnuni, tá kvinnuligir prestar ikki sleppa at prædika á jøvnum føti við aðrar prestar í ávísum prestagjaldi í Føroyum.