Landsstýrið ætlar ikki, at prestarnir skulu sleppa undan tænastumannaregluni um royndartíð Prestafelagið er misnøgt við, at prestar, sum verða settir í embæti í føroysku kirkjuni, verða settir við einari royndartíð. Felagið vísir á, at tá kirkjan var donsk, vóru prestarnir undir einari undantaksreglu, sum gjørdi, at teir skuldu ikki setast við royndartíð.
Men landsstýrið ætlar sær ikki at broyta skipanina. Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Kringvarpið, at hann ætlar sær ikki at broyta lógina um Tænastumenn Landsins.
-Vit meina greitt, at prestarnir eiga at hava eina royndartíð eins og allir aðrir tænastumenn landsins. Tað er ongin loyna, at tá ein tænastumaður fyrst er settur, er torført at siga hann úr starvi, sigur landsstýrismaðurin.










