Prestagarðurin í Kvívík endurskoðast

Tað dregur nokk út í nýggja árið at seta nýggjan prest í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Eitt av prestagjøldunum, ið manglar prest, er Norðstreymoyar prestagjald. Marjun Bæk er í fyribils starvi til miðjan novembur, eftir at Theodor Eli Dam Olsen varð settur í starv í Hoyvíkar prestagjaldi. Biskupur væntar, at tað fer at draga nakað út at lýsa eftir nýggjum presti til Norðstreymoyar prestagjald.

- Vit nærkast ársenda og jólum, so tað kann skjótt verða, at lýsingin eftir nýggjum presti bíðar til nýggja árið.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at neyðugt er eisini at hyggja nærri at prestagarðinum í Kvívík.

- Í Kvívík hava vit eisini eina avbjóðing við prestagarðingum. Hann er vakur og nostalgiskur og vekir allar tær røttu kenslurnar, um man so kann siga, men hjá ungum fólki er hann rættiliga ópraktiskur. Tí lata vit allarhelst bíða við, at søkja eftir nýggjum presti heilt enn.

 

Annars sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, at seks umsóknir komu til prestaembæti í Nes kirkjusókn. Biskupur sigur við in.fo, at hann væntar at starvið verður sett í hesum mánaðinum.

 

Harumframt tekur Havstein Klein við starvinum í Sandoyar prestagjaldi annan sunnudag í advent, tað er 7. desembur. Hann er í løtuni virkandi prestur í Fuglafirði, við tað at Anne Mette Greve Klementsen er í barnsburðarfarloyvi. Hon kemur tó aftur í starv fyrsta sunnudag í advent, tað vil siga 30. novembur. Biskupur væntar, at Havstein Klein flytur suður í prestagarðin í Todnesi um mánaðarskiftið novembur/desembur.