Prentar allar tær kendu føroysku avísirnar

Prentmiðstøðin ger, at vit kunnu fáa dagbløð skrivað, prentað og borin út sama dag, sigur Christian Nagata, stjóri

Vikublaðið hevur verið á virkisvitjan, og hesa vikuna ber til at lesa um vitjanina á Prentmiðstøðini á Hálsi í Havn. Vikublaðið varð borið út til øll húski í morgun.

 

Prentmiðstøðin í Havn er einasta rotatiónspressa í Føroyum og kann prenta heilt upp í 18.000 bløð eftir einum tíma, greiðir Christian Nagata, stjóri í Prentmiðstøðini, frá.

- Prentmiðstøðin ger, at vit kunnu fáa dagbløð skrivað, prentað og borin út sama dag, sigur Christian Nagata.

 

Hann greiðir frá, at tann prentframleiðslan, sum Prentmiðstøðin ger, er lutfalsliga bílig, og letur tí upp fyri, at smærri handilsfyritøkur kunnu gera síni lýsingarbløð hjá teimum.

- Við verandi prísum ber til hjá eitt nú smærri føroyskum fyritøkum at útgeva sítt egna reklamublað í Føroyum, og tað gera vi nógv av, sigur Christian Nagata.

 

Les alla samrøðuna við Christian Nagata og síggj myndir frá framleiðsluni í Vikublaðnum, ið var borið út til hvørt húski í morgun.