Gary Monk er ikki longur venjari hjá Swansea. Hann tók við eftir Michael Laudrup fyri skjótt tveimum árum síðani, og setti nýtt stigamet fyri Swansea farna kappingarár.
Swansea hevur seinastu dystirnar havt tað trupult í Premier League, har liðið liggur á 15. plássi, bara eitt stig frá niðurflytingarstrikuni.
Millum teirra, ið verða nevndir sum avloysarar, eru Brendan Rodgers, fyrrverandi vernjari hjá Liverpool og Swansea, og David Moyes, fyrrverandi venjari hjá Manchester United og Everton.