Premier League rakt av koronu

Bæði venjarin og tveir spælarar hjá West Ham hava fingið staðfest koronu

Premier League er aftur rakt av koronu. Fyrr í vikuni bleiv tann triði spælarin hjá Manchester City staðfestur positivur fyri Covid-19. Í gjár fingu bæði venjarin og tveir spælarar hjá West Ham staðfest koronu.

Hetta hendi stutt undan dystinum millum West Ham og Hull City í Liga Cup kappingini, ið er minna steypakappingin í Onglandi. Hóast at David Moyes og spælararnir, Josh Cullen og Issa Diop, vóru testaðir positivir og svarið kom ein tíma fyri dyst, so bleiv dysturin spældur. Bæði Josh Cullen og Issa Diop skuldu byrja inni, men blivu síðani strikaðir av dómaraseðlinum. West Ham vann 5-1.

West Ham spældi um vikuskiftið móti Arsenal í Premier League. Tá spældi Issa Diop allan dystin. The Athletic skrivar, at ongin spælari hjá Arsenal er testaður positivur í hesum umganginum.

Dysturin millum Leyton Orient, sum spælir í fjórðbestu deildini, og Tottenham úr Premeir League bleiv avlýstur. Leyton Orient hevur 17 spælarar, sum eru raktir av koronu. Leyton Orient stríðist nú við at fáa dystin spældan seinni, so liðið fær lut í sjónvarpspengunum, sum dysturin skuldi geva.