Premier League-felag kann koma til Føroya

Lutakastið til fyrstu undankapping í Europa League er mánadagin

Trý føroysk feløg skulu spæla evropeiskan fótbólt í Europa League. Tey eru HB, Víkingur og NSÍ.

 

HB er hægst seedaða føroyska fótbóltsfelagið, og høvuðsstaðarfelagið er eisini til seedað til fyrsta undanumfarið í Europa League. Hetta merkir stutt og greitt, at HB bara kann møta liðum, sum eru verri fyri enn teir á styrkislistanum hjá UEFA. Onkursvegna merkir tað eisini, at HB ,,eigur" at vinna seg víðari úr fyrsta undanumfari.

 

Víkingur og NSÍ eru ikki ímillum seedaðu feløgini. Tískil kunnu hesi lið bara hitta liðum, ið eru sterkari enn tey.

 

Tað skortar ikki við feløgum til fyrsta undanumfar í Europa League. Heili 102 feløg eru í pottinum. 

 

Tað er ikki hissini mótstøða, sum møguliga bíðar Víkingi og NSÍ. Ímillum seedaðu feløgini, sum hesi kunnu hitta, eru norska Rosenborg, danska Brøndby og enska West Ham. West Ham vann fair play-kappingina í Premier League, og umvegis eitt lutakast fekk felagið handað eitt Europa League-pláss. West Ham endaði nummar 12 í Premier League í kappingarárinum, sum nýliga er farið afturum bak.

 

HB kann ikki spæla ímóti hvørki Víkingi ella NSÍ, hóast seedingin loyvir tí. Orsøkin er, at UEFA hevur reglur ímóti, at feløg úr somu tjóð kunnu hitta hvørt annað í bæði undanumfari og bólkaspæli.

 

Lutakastið til fyrsta undanumfar í Europa League verður mánadagin. Báðir teir fyrstu dystirnir, sum feløgini heilt vist skulu spæla, verða leiktir í tíðarskeiðnum 1.-9. juli.