Álopsspælarin Didier Drogba, sum var toppskjútti í Premier League seinasta kappingarár, heldur, at kappingin í Premier League harðnar alsamt.
- Eg haldi, at tey stóru feløgini hava betrað seg munandi, tí tey hava keypt nógvar góðar spælarar, og tað hevur eisini við sær, at kappingin er blivin enn harðari, sigur Didier Drogba.
Hann hevur verið plágaður av skaða higartil í hesum kappingarárinum, og vandi er fyri, at hann ikki spælir næsta mánaðin.