Preben og Palmqvist fara í dýpdina

Útvarpsrásin Lindin er farin undir nýggja sendirøð, har farið verður í dýpdina um ymisk evnir.

Tað er Preben Hansen sum skipar fyri sendingini “Í dýpdina”. Sum gest hevur hann danska psyko- og familjuteraputin, Steen Palmqvist sum er búsitandi í Føroyum.
Sendingin er ætlað teimum, sum ynskja fáa eitt størri innlit um eitt ávíst evni.
Sagt verður, at øll kunnu seta tíð av til at lurta, tí hesar fordjúpaðu sendingarnar eru avmarkaðar til umleið ein hálvan tíma.
Tær fyrstu sjey sendingarnar í dýpdini fara at seta familjuna í brennidepilin. Sendingin er at hoyra tríggjar ferðir um vikuna: Leygarkvøld kl. 20, sunnudag kl. 15 og hósdag kl. 16.