Pravda á G!Festivalinum

Nei, tað gamla sovetjska blaðið Pravda dekkar ikki G!Festivalin. Men ein franskur elektro punk bólkur, ið hevur tikið navn eftir gamla kommunista blaðnum verður at hoyra.

 

Jón Tyril avdúkaði franska íkastið til festivalin á Gøtusandi á Café kvøldið í Føroyhúsinum í kvøld

 

Pravda er ein duo, ið Jón hevði fingið viðmælda av fyrrverandi Clickhaze bassleikaranum Jens L. Thomsen, og eftir at hava vitjað myspace profilin hjá bólkinum, var Jón als ikki í iva. Pravda skuldu á G!Festivalin.

 

Tvey sjónbandaløg hjá bólkinum vóru síðan spæld á stórskíggja, og her gjørdist beinanvegin greitt, hvat tað var, sum Jón var fallin fyri. Bólkin var sera góður.

Vit vita ikki nógv um bólkin enn, hann hevur givið tvær vinyl plátur út, eina EP fløgu og í mars í ár fyrstu heilu fløguna. Á Myspace síðuni og á heimasíðu teirra stendur nærum einki, men tónleikurin talar fyri seg. Hann kann t.d. upplivast á myspace.com/pr4vd4