- Eg síggi fegin, at prísurin á sigarettum veksur meira. Tað sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sum frøist, nú kanning vísir, at tað eru færri og færri føroyingar sum roykja.
Talið av dagligum roykjarum er fallið niður á 24 prosent. Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum vónar, at talið minkar upp aftur meira.
- Vit leggja stóra orku í at upplýsa vandan við at roykja. Ein orsøk til minkaða talið er eisini økti prísurin á sigarettpakkunum, og tað er gleðiligt, sigur Pál Weihe við Rás2 í dag.
Lesið greinina »TALIÐ AV ROYKJARUM LÆKKAR«