Tá ið vanligur arbeiðsdagur verður aftur týsdagin, er tað vorðið dýrari at flyta farm á tveimum rutum hjá Strandferðsluni, enn tað var tá ið fyri høgtíðina.
Í hesum sambandi er tað nú bæði dýrari at flyta farm við Teistanum og Hasfjord um ímillum Gomlurætt og Skopun, og tað er eisini dýrari at flyta farm við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna.
Sostatt er hvørt sleip, sum skal við Smyrli 250 krónur dýrari. Strandferðslan sigur, at hetta er fyri at økja um inntøkurnar av sleipunum, tí tað hevur Strandferðslan fingið álagt í fíggjarlógini. Í fíggjarlógini stendur, at Strandferðslan skal hava 2,5 milliónir meiri í inntøkum av sleipum.
Samstundis er tað nú 175 krónur dýrari at flyta stórar bilar, yvir níggju metrar, aftur og fram um Skopunarfjørð.
Tað hevur verið upplýst, at orsøkin til príshækkingina er, at Skopunar Kommuna hevur sent Strandferðsluni eina eykarokning fyri havnargjald fyri Hasfjord. Tað er eisini upplýst, at hendan rokningin er upp á góðar 300.000 krónur.
Tingmenninir fyri Sandoynna hava mutað ímóti og bæði Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy hava reist málið í Løgtinginum. Men tað munaði ikki, tí Strandferðslan sigur, at einki er broytt og at príshækking sostatt stendur við.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og í fíggjarmálum, var beinleiðis firtin av hesi eykarokningini, tí hann helt at tað var nógv fyri, at Strandferðslan skuldi fáa eina eykarokning frá Skopunar Kommunu fyri at veita sandoyingum eina betri tænastu.
Men hann segði, at sum støðan er nú, er eingin annar útvegur, enn at hækka prísirnar, tí Strandferðslan má halda játtanina.
LES EISINI: Takkarlønin var at vit fingu eina rokning
Tá ið Løgtingið umrøddi málið herfyri, vísti Jørgen Niclasen á, at eisini onkur onnur kommuna hevði havt ætlanir um at senda Strandferðsluni eina eykarokning fyri Havnargjald, men tá ið tey fingu greitt at vita, at avleiðingin varð, at so fóru prísirnir fyri at flyta farm og fólk, at hækka, varð ætlanin slept.
Í Løgtinginum varð eisini ført fram, at tá ið Tórshavnar Kommuna eina ferð hækkaði gjøldini, fekk tað ongar avleiðingar fyri prísin. Men Jørgen Niclasen gjørdi greitt, at tað hevði ikki verið við sær sum landsstýrismanni á økinum, tí eftir hansara tykki skuldu prísirnir verðið hækkaðir alt fyri eitt, og hann skilur ikki, at tað ikki varð gjørt.
– Tórshavnar Kommuna hækkar gjaldið fyri at føra fólk og farm ímillum tvær havnir í kommununi, og tað er órættvíst, at allir skattgaldarin í Føroyum skal rinda fyri tað, helt Jørgen Niclasen. Strandferðslan siglur ímillum Havnina, Nólsoy og Hest, sum alt er innanfyri kommunumark hjá Tórshavnar Kommunu.
Og hann gjørdi eisini greitt, at skuldi onkur annar hugsa um at senda Strandferðsluni eykarokningar, verða eisini tær sendar víðari til brúkararnar, tí hann heldur, at alt annað er órímiligt.