Prísurin á Fiskavirking farin niður í helvt í eitt ár

Fyri einum ári síðani kundu Fiskavirking og Fiskasølan verðið seld fyri 160 milliónir, men nú vilja somu menn bara bjóða helvtina av tí

Einskiljing av Fiskavirking

Hevði Framtaksgrunnurin selt Fiskavirking og Fiskasøluna tá ið møguleikin beyðst fyri einum ári síðani, hevði søluprísurin verið tvær ferðir so høgur, sum hann er nú.
Tað vísa tey einastu tølini, sum eru upplýst fyri almenninginum, nú Fiskavirking verður selt í næstu framtíð.
Seinasta freist at bjóða upp á Fiskavirking, var mánadagin, men tað einasta, sum er upplýst alment, er, at eitt samtak av føroyskum reiðarum hava bjóðað upp á fyritøkuna.
Teir upplýsa sjálvir, at teir hava bjóðað 80 milliónir, fyri Faroe Seafood, sum umfatar bæði Fiskavirking og tað gomlu Fiskasøluna.
Men fyri einum ári síðani bjóðaðu somu menn 115 milliónir fyri Fiskavirking einsamalt. Samstundis vóru aðrir sinnaðir at keypa Fiskasøluna fyri aðrar 45 milliónir.
Sostatt hevði Framtaksgrunnnurin fingið 160 milliónir fyri báðar fyritøkurnar, hevði hann tikið av tilboðunum, sum vóru tá.
Men tað gjørdi hann ikki og síðani hevur gongdin í flakavinnuni verið so vánalig, at nú vilja somu menn bara bjóða 80 milliónir fyri alla fyritøkuna, sum hon er.

Virðini ikki tey somu
Jónsvein Knudsen, sum er ein av reiðarunum, sum liggja framvið, ásannar, at gongdin í flakavinnuni hevur verið vánalig.
 Men tá ið vit bjóðaðu 115 milliónir fyri Fiskavirking í fjør, høvdu vit als ongan áhuga í Fiskasøluni, tí hana høvdu aðrir bjóðað upp á.
Um hetta fer at føra við sær at teir fara at selja Fiskasøluna burturúr aftur um teir fáa Fiskavirking, kann Jónsvein Knudsen onki siga um.
Tummas Christophersen minnir á, at teir, sum keypa Fiskavirking, fáa ikki bara nøkur virki, tí tey fáa eisini skuldina hjá felagnum.
Ì hesum sambandi kann vísast á, at Fiskasølan og Fiskavirking høvdu eina skuld upp á 39 milliónir í fjør.
Av teimum hevði Fiskavirking einsamalt eitt hall upp á 15,8 milliónir.
Hvussu seinastu tølini síggja út, vilja ætlaðu keypararnir ikki siga, tí tað eru upplýsingar, teir hava fingið í trúnaði.
Men samanumtikið má staðfestast, at flakavinnan á landi er ikki nógv verd í løtuni og tað er ómetaliga tungt hjá virkjunum at fáa endarnar at røkka saman.
 Virðini eru als ikki tey somu longur, staðfestir Jónsvein Knudsen.
Eisini Tummas Christophersen heldur at tað er ov tíðliga at tosa um einstakar lutir og tí kann hann heldur ikki siga, um Fiskasølan verðru seld burturúr aftur.
 Enn vita vit ikki um okkara boð hevur nakran áhuga yvirhøvur, sigur hann.

Dagmar er tøtt sum fløskan
Formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin, Dagmar S. Joensen vil ikki siga eitt tað einasta orð um ætlanina at einskilja Føroya Fiskavirking.
Hon sigur, at hetta er ein tilgongd, sum skal fara fram í fullum trúnaði og tað heldur Framtaksgrunnurin fast við.
Seinasta freist at bjóða upp á Fiskavirking, var mánadagin. Men formaðurin í Fiskavirking vil onki siga um hvør hevur bjóða ella hvussu nógv boð eru komin. Hon vil heldur ikki siga, um talan er um føroyingar ella útlendingar.
Og hon vil heldur ikki siga, um boðini eru nøktandi.
Tað einasta, hon vil siga, er, at fyri at nevndin í Framtaksgrunninum fer at arbeiða so skjótt við málinum, sum tilber.
Men nær ein avgerð verður tikin, kann hon onki siga um.