Fótbóltstos
Nógv hevur verið tosað og skrivað um Allan Mørkøre seinastu tíðina. Landsliðsvenjarin hevur sáldað hann frá til dystin móti Jugoslavia, og sum vera man, eru ymsar fatanir av hesi avgerðini.
Liðavrik
Tí vóru tað mong, sum hildu, at Allan nú hevði nakað at prógva, og eftir dystin spurdur vit hann eisini um hetta.
- Eg haldi sjálvur, at eg skuldi vísa nakað, og yvirhøvur eri eg eisini nøgdur um persónliga avrikið. Tað eigur at síggjast aftur í slíkum dystum, at mann hevur altjóða royndirnar, og tað haldi eg eisini, at tað gjørdi, segði Allan, sum tó heldur vildi tosa avrikið hjá liðnum sum heild.
- Vit stríddust allir sera væl á vøllinum. Stóðu rætt í verjustøðuni, og hóast vit ikki høvdu so nógvar møguleikar, so royndu vit alla tíðina at liggja framvið, og vit fingu so eisini tvey avbera mál.
Ov tunnir
Allan kundi tó ikki lata vera við at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um leiðsluna allan dystin.
- Tað er sjálvandi ótrúliga keðiligt, men tað vísur kanska eisini, at hópurin hjá okkum er heldur tunnur. Umframt Hans á Lag og Andrew, so restaðu eisini Rúni og Bárður til hendan dystin, og hetta eru allir týdningarmiklir leikarar hjá okkum. Eg skal ikki niðurgera nakran, men høvdu vit havt ein sterkari bonk, so kundu vit kanska skift øðrvísi út, men tað fáa vit so ikki gjørt nakað við.
- Sum sagt, so haldi eg alt í alt, at vit kunnu vera nøgdir um avrikið. Bert spell, at vit ikki hava sæð hendan stríðsviljan aftur í landskappingini, men kanska var hetta vendin, segði Allan Mørkøre at enda.