Poulsen spælir aftur

Seinnu árini hevur Christian Poulsen verið roknaður sum fremst danski fótbóltsspælarin, men seinastu tríggjar mánaðirnar hevur verið lítið um hann. Christian Poulsen hevur verið skaddur, men nú er hann komin nøkunlunda fyri seg aftur. Í gjár var Poulsen á beinkinum hjá Juventus, og hann slapp á vøllin seinastu minuttirnar. Danski landsliðsspælarin fegnast um, at hann nú kann spæla aftur.