Poul Thomas og troyggjurnar ferðast víða

Søgan um Poul Thomas Dam og troyggjurnar, hann hevur fingið frá Muamba og Morosini, sum fyri fyrstu ferð stóð at lesa í Sosialinum mánadagin, ferðast nú víða á netinum. Mánakvøldið stóð sama søga á Portalinum.

 

Dagin eftir, fyrrapartin týsdagin, bar netsíðan hjá danska EkstraBladet somu søgu. »Mystisk: Han tager trøjen - de får hjertestop«, skrivaði eb.dk.

 

Norska TV2 Sporten skrivaði síðani somu merkisverdu søgu um Poul Thomas Dam undir yvirskriftini »To trøyebytter – to tragedier«.

 

Og í dag hevur søgan so funnið vegin til bretskar miðlar, tí í dag skrivar The Sun á netsíðuni thesun.co.uk um Poul Thomas Dam undir yvirskriftini »Heart pair in chance shirt swap«.

 

Í stuttum er søgan um Poul Thomas Dam tann, at hann hevur skift um troyggju við bæði Fabrice Muamba og Piermario Morosini, sum báðir hava fingið hjartatilburð, meðan teir hava spælt fótbóltsdyst.

 

Hesar báðar hendingar hava sjálvsagt skakað fótbóltsheimin sum heild, men ikki minst 24 ára gamla havnarmannin.

– Tvær ferðir í mínum havi eg býtt um blusu aftaná ein dyst. Fyrstu ferð eg býttu um blusu, fekk eg blusuna hjá Muamba. Næstu ferð skifti eg um við Morosini, greiddi Poul Thomas Dam frá í Sosialinum.

 

Les tað, bretska The Sun, norska TV2 Sporten og danska EkstraBladet skriva um Poul Thomas Dam her:

www.thesun.co.uk/sol/homepage/news/4263114/Heart-pair-Muamba-and-Morosino-in-chance-shirt-swap.html

www.tv2.no/sport/fotball/to-troeyebytter-to-tragedier-3758399.html

ekstrabladet.dk/sport/fodbold/udenlandsk_fodbold/international_fodbold/article1743347.ece