Eftir at Poul Michelsen gjørdist leysgangari í Løgtinginum, hevur samgongan mist meirilutan í Uttanlandsnevndini. Og tað kundi blivið ein trupulleiki í sambandi við, at formaðurin, John Johannesen, tó við sum landsstýrismaður í heilsumálum.
Andstøðan bjóðaði Poul Michelsen formanspostin í Uttanlandsnevndini, men fyrrverandi fólkafloksmaðurin valdi ikki at taka av.
- Tað er soleiðis, at sum leysgangari í Løgtinginum fær tú ikki somu kunning, sum tá tú er í einum flokki. Og tað hevur verið ein stórur trupulleiki. Tí havi eg heldur gjørt eina avtalu við samgonguna aftur fyri at stuðla valinbum av Hans Paula Strøm sum nýggjan formann í Uttanlandsnevndini, sigur Poul Michelsen.
Henda avtalan inniber, at Poul Michelsen fær sæti í øllum nevndum, har floksformenninir sita, og tað merkir eisini, at hann hereftir fær alla neyðuga kunning í samband við mál, sum hinir tinglimirnir fáa.
- Hetta hevur størri týdning fyi meg, enn at sita á einum formansposti í Uttanlandsnevndini, sigur Poul Michelsen.
Leysgangarin er annars á trappuni at boða frá, hvussu framtíðin skal skipast. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at nýggjur flokkur er á veg, men enn heldur tingmaðurin kortini tætt at kroppinum.
Fyribils er støðan tann, at Poul Michelsen er komin nærri kunningini, sum hann hevur saknað, síðani hann tók seg úr Fólkaflokkinum.